Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, er sinnaður at fylgja tilmælinum í krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2009. Hetta er greitt eftir ein fund millum landsstýrismannin og Føroya Felag móti Krabbameini í gjár.
Karsten Hansen sigur, at honum var fortalt um ósemjuna millum leiðsluna á landssjúkrahúsinum og kommunulæknafelagið, um nýggju leiðreglurnar viðvíkjandi mammografikanningum, mikudagin. Hann sigur, at hann tók málið upp í síni fyrisiting beinanvegin og var á fundi við Føroya Felag móti Krabbameini í gjár.
- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum og Kommunulæknafelagið fara í næstum at seta seg niður og samráðast um málið. Eg havi ta fatan, at partarnir báðir higartil hava tosað eitt sindur framm við hvørjum øðrum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Les eisini Skerd atgongd til mammografikanning
Karsten Hansen vísir eisini á krabbameinsætlanina fyri Føroyar frá 2009, har mælt verður til, at allar kvinnur millum 50 og 59 ár fáa tilboð um mammografiscreening, og sigur, at hann hevur biðið Heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið kannað møguleikan at seta hetta í verk.
Hann vísir á, at í Keypmannahavn minkaði talið deyðsføllum orsaka av bróstkrabba við 25%, eftir at tilboð um almenna mammografiscreening var sett í verk.
- Hetta tilboðið er í flestu londunum um okkum. Hví skulu vit ikki geva føroyskum kvinnum hetta tilboðið, tá heilsumyndugleikarnir í londunum um okkum fegnast um úrslitið av teirra tilboðum, spyr Karsten Hansen.
Hann ásannar, at nýggju leiðreglurnar ikki eru nóg góðar.
- Kvinnurnar koma til lækna, tí tær hava ein ótta um, at okkurt er áfatt. Um læknin ikki kann útiloka at ein svullur er í bróstinum, so átti at verið møguligt at senda kvinnuna til mammografikanning, fyri at kunna beina burtur allan ótta, sigur Karten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.