Nú skal alt virksemið hjá Landsverki útgreinast í síni heild við tí endamáli at vita um virksemið hjástovninum kann skipast øðrvísi. Ein táttur í hesi kanning verður at vita um tað eru nakrar tænastur hjá stovninum, sum tað hevði verið ein fyrimunur at útveitt til privat at røkja.
Hetta er umboðini fyri samgongun á fíggjarnevndini nú samd um. Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og kanningin av Landsverki skal vera liðug tann 1. apríl.
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at fíggjarnevndin tekur ikki støðu til yvirhøvur, hvørjar tænastur hjá Landsverki kunnu útveitast – ella um nakrar kunnu útveitast yvirhøvur. - Tað eru nettupp hesi viðurskifti, kanningin skal lýsa, sigur hann.
|