Fríggjadagin fór eitt útvalt lið av fólki við Smyrli til Suðuroyar.
Onkur hevði meldað ein festara fyri djórapínslu, og tí fóru fólk frá Búnaðarstovuni og løgreglan, sum hevði djóralækna við sær, at kanna viðurskiftini.
Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni, kann ikki í dag gera nakrar viðmerkingar til málið, men hann váttar, at tey hava hugt at fjósinum. Nú verður málið nærri viðgjørt.
Mál í tveimum
Eitt mál sum hetta er í tveimum, tí festarin var meldaður til løgregluna fyri brot á djóraverndarlógina, og tí ger politiið sínar kanningar við hjálp frá fakfólkum.
Búnaðarstovan hevur eftirlit við festunum, og tí vóru fólk frá Búnaðarstovuni eisini í Suðuroynni og hugdu at fjósinum.
Bjørn Patursson kann ikki siga, um nakað var at seta fingurin á, men hann kann siga so mikið, at hevði verið heilt galið, hevði Búnaðarstovan kunnað tikið festi frá festaranum í stundini, og tað hendi ikki.
Úrslitið er treytað av, hvørjar niðurtøður løgreglan og Búnaðarstovan koma til.