Grønlendski landstýrismaðurin, Hans Enoksen, hevur nú lagt tað fram fyri samgonguna í Grønlandi, at almenna reiðaríið Royal Greenland skal einskiljast.
Tað skrivar grønlendska Sermitsiaq í dag.
Formelt liggur ábyrgdin av statsligu feløgunum hjá formanninum Kim Kielsen. Embætisverkið hjá Kim Kielsen vil ikki alment gera nakra viðmerking til søguna um einskiljingina, men váttar, at eitt kanningararbeiði er í gongd, ið skal lýsa ymsar mátar, ið Royal Greenland kann einskiljast. Annahvørt heilt ella partvíst.
Tveir politiskir flokkar í Grønlandi, Parti Naleraq og KNAPK, lýstu til valið við, at Royal Greenland átti at einskiljast.










