Samstundis við at hesi møtini vóru sera væl vitjað, so føddist eisini ein visjón um eitt føroyskt, kristiligt sjónvarp.
Á møtinum fríggjakvøldið bað høvuðstalarin Rodney um at norðmaðurin, Jan Hanvold, sum er maðurin aftanfyri sjónvarpsrásina Visjon Norge um at koma á pallin og bera fram boðskap sín. Henda rásin hevði nevniliga sett sær fyri at senda beinleiðis frá møtunum í Kelduni í Skálafirði.
- Tá Jan skuldi seta seg niður, steðgaði Rodney honum í hesum. Hann segði nú, at innsavningin, sum skuldi takast hetta kvøldið, skuldi fara beinleiðis til Visjon Norge til at kunna byrja eitt kristiligt sjónvarp í Føroyum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Evangeliihúsinum í Havn
Hetta var ein tanki, sum var stigin upp í Jan Hanvold, nú hann var í Føroyum. Hann var skjótur at taka avbjóðingina til sín.
So nú verður spennandi at frætta seinni.