Kanna møguleikan fyri at stevna Johan Dahl

Føroya Arbeiðarafelag kannar nú møguleikan fyri at stevna Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Tað hendir í kjalarvørrinum á, at hann hevur lagt Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman í ein stovn, samstundis sum at fleiri starvsfólk eru spard burtur.

Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at eftir lógini er Arbeiðseftirlitið sjálvstøðugur stovnur og tað er ivingarsamt um tað kann avtakast, uttan at løgtingið fyrst samtykkir at broyta lógina.

Tað hevur Løgtingið ikki gjørt í hesum føri.

- Spurningurin er so, um tað, sum Johan Dahl hevur gjørt, er lógligt, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at tí hevur felagið nú biðið løgfrøðing kanna málið og um vinnumálaráðið kann stevnast fyri at hava brotið lógina.

Sjálv ivast hon ikki í, at verður tað staðfest, at lógin er brotin, skal Vinnumálaráðið stevnast.

Hon heldur eisini, at tað skal vera fakfelagssamtakið, Samtak, sum stevnur fyri at leggja størri dent á kravið.

Føroya Arbeiðarafelag kallar tað, sum er hent, fyri sabotasja móti Arbeiðseftirlitinum.

- Fakfeløgini kunnu ikki góðtaka, at einki eftirlit er við arbeiðs plássunum, sigur Ingeborg Vinther:

- Vit eru bumbað eini 30?40 ár aftur í tíðina við tí, sum hent er á Arbeiðseftirlitinum, leggur hon afturat.