Kanna møguleikan fyri at broyta ólavsøkuna

Tað er nógv lættari sagt enn gjørt, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði

Vit arbeiða við málinum, men hvat úrslitið verður, veit eg ikki.

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Og tað hon tosar um, er spurningurin um, hvussu ólavsøkan skal skipast.

Og har er spurningurin um ein stórur partur av ólavsøkuni framhaldandi skal miðsavnast niðri á Skálatrøð, ella skal hon flytast niðan aftur í býin.

Hetta er eitt afturvendandi kjakevni, men serliga aftan á seinastu ólavsøkuna varð eldhugað orðaskifti um nettupp tann spurningin.

Tað var havnarmaðurin, Heini í Havn Magnussen, sum festi í kjakið, tá ið hann rætt og slætt kallaði tað herverk ímóti ólavsøkuni at flyta hana oman á Skálatrøð.

Hann segði, at sjarman við ólavsøkuni minkar fyri hvørt ár. Og tað er bara staðsetingini fyri at takka, har alt nú er kroyst saman á Skálatrøð har »eitt frímerki við stál­hegni uttanum, og endaleysari kø, skal verða karmur um ólavsøkuna«

Tí er hann av teirri sannføring, at ólavsøkan skal flytast niðan aftur í býin.

Les meiri um tað her: Tað er herverk at flyta ólavsøkuna oman á Skálatrøð

Formaðurin í Tórshavnar Ítróttarráð, Harald Joen­sen, er ikki ósamdur í atfinningunum. Hann sigur, at tey hava ar­beitt í fleiri ár við at flyta ólavsøkutiltøk, sum eru á Skálatrøð, niðan aft­ur í býin, har tey vóru fyrr.

Endamálið við tí hevur verið at spjaða tiltøkini so at tey verða runt umkring í býnum. Og tey halda eisin, at tað hevði gjørt ólavsøkuna munandi hugnaligari.

Men hann sigur, at Tórshavnar Býráð hevur sagt nei, tí tey vilja hava ólavsøkuna á Skálatrøð.

Hann sigur, at Skálatrøð verður trengri og trengri, tí tað legst til við tiltøkum alla tíðina - og tað er eisini orsøkin til, at bíðrøðirnar verða so langar.

– Tað er for »kalt og kyniskt« at miðsavna alt niðri á Skálatrøð, leggur hann afturat.

Aftan á seinastu ólavsøku boðaði Tórshavnar Býráð frá, at tey fóru at viðgera spurningin, men hann Harald Joensen sigur, at Tórshavnar Ítróttarráð hevur einki frætt aftur.

Gunvør Balle, sigur, at hetta er ein trupulleiki, tey eru varug við og sum tey eru sinnað at umrøða. Og hon sigur, at hetta er eitt mál, tey fara at taka upp við Tórshavnar Ítróttarráð í næstu framtíð.

Men hon sigur samstundis, at tað ber ikki til at siga, hvat úrslitið verður.

– ­Tað er eitt stórt puslispæl at fyrireika ólavsøkuna, sigur hon. Hon sigur, at tað eru nógv, sum hava havt fast pláss á hvørjari ólavsøku og sum halda seg hava søgulig rættindi til akkurát tað plássið, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.

Hon sigur, at býráðið hevur einki ímóti at flyta tiltøk niðan í býin, men tað fer ikki at bera til at skumpa onnur burtur, sum hava havt eitt ávíst pláss á fleiri ólavsøkum, heldur hon.

Hon sigur, at tað er als ikki ósagt, at nøkur tiltøk verða flutt niðan í býin, men hon er framvegis sannførd um, at bulurin í tí partinum av ólavsøkuni, sum hevur við Tivoli og undirhald av tí slagnum til børn, verður verandi niðri á Skálatrøð.

Og hon heldur eisini, at skulu tiltøk flytast av Skálatrøð, niðan í býin, verður tað ein longri tilgongd, har tiltøk verða flutt so við og við í smáum.