Kanna møguleika fyri luttøku í Karaoke World Championships

Tríggir mans úr Glitnir fara seinast í oktober mánaði til Finnlands at vitja heimsmeistarakappingina í Karaoke, sum verður hildin stutt frá Helsinki. Ørindaleysir eru teir tó ikki á hesi ferðini

Seinast í hesum mánaðinum fara tríggir mans úr Glitnir, stjórin Hans Andreasen og tveir barrvørar, til Finnlands at vitja heimsmeistarakappingina í karaoke. Men hesi eru ikki einastu ørindini hjá teimum á túrinum.

Umframt at hyggja eftir, hvussu ovurstóra tiltakið verður fyriskipað, fara teir eisini at samráðast við stjórnina í Karaoke World Championships um møguleikan fyri at Føroyar kunnu sleppa at gerast partur av kappingini og luttaka sum sjálvstøðug tjóð.

- Vit arbeiða í løtuni við at fáa eina kontrakt í lag við KWC, um at Føroyar sleppa at luttaka sum eitt land. Hetta er ein rættiliga stór og professionelt fyriskipað kapping, har luttakarastøðið er rættiliga høgt. Harafturat eru umleið 10.000 til 12.000 fólk við á tiltakinum, sangarar, umboðsfólk og onnur hjálparfólk, umframt áskoðarar, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir.


Seta strong krøv

Fyri at kunna luttaka sum land í heimsmeistarakappingini, setir stjórnin í KWC stór krøv og nógvar treytir. Men Hans Andreasen er vónríkur um, at Føroyar kunnu sleppa við, og sambært honum hevur samskiftið við fólkini har verið sera gott higartil. Endamálið við ferðini hjá teimum er at kunna seg nærri um treytirnar, sum verða settar, og fyri at fáa hugskot um, hvussu eitt møguligt innleiðandi umfarð kann verða fyriskipað í Føroyum.

- Tað hevði eisini verið ótrúliga stuttligt, um vit høvdu kunna havt eina finalu í Føroyum einaferð í framtíðini. Tað er sjálvandi ein ótrúliga stór uppgáva, men vit halda at eingin uppgáva er so stór, at hon ikki ber til at loysa, sigur Hans Andreasen.