Hetta er liður í eini miðvísari ætlan hjá Tórshavnar kommunu, sum skal halda smittuni burtur frá stovnum í kommununi, har starvsfólk hava samband við nógv fólk í arbeiðinum.
– Vit kanna øll starvsfólk, sum ikki kunnu halda frástøðu, og tað eru starvsfólk, sum eru um okkara børn, eldri og veiku, sigur Asta Marjunardóttir, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Starvsfólkabólkarnir verða kannaðir í samstarvi við heilsufakliga myndugleikan og koronaráðgevingina.
Talan er um hesar starvsbólkar:
- Børn og ung
- Barnaverndartænastan
- Barnatannrøktin
- Brandstøðin
- Heilsu- og umsorganartænastan
Øll starvsfólkini verða kannað hvørja viku. Allar koronukanningarnar verða gjørdar í gomlu læknahølunum á Frúutrøð. Starvsfólkini kunnu lata seg kanna mánadag, mikudag og fríggjadag. Talan er um oman fyri túsund starvsfólk.
– Hóast øll starvsfólkini verða kannað fyri koronu, verður mint á framhaldandi at halda almennu tilmælini um frástøðu, reinføri og spritting, sigur Tórshavnar kommuna.
– Fylgt verður við smittustøðuni í landinum, og batnar støðan munandi, verður verandi kanningarleistur endurskoðaður.