Løgtingsins Umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjanum á fleiri stovnum kring Føroyar fyri at tryggja, at rættindini hjá nøkrum av teimum veikastu í samfelagnum verða yvirhildin.
Stovnarnar, ið Umboðsmaðurin vitjaði vóru Frítíðartilboðið við Landavegin í Tórshavn, fjølbrekatoymið Smæruni í Tórshavn, Skúlin á Trøðni og umlættingarstovnarnar Eirargarð 16 A í Tórshavn og Reiðrið (nú Mýrusóljan) í Runavík.
Í grundgevingini fyri at vitja júst hesar stovnar skrivar Umboðsmaðurin, at talan er um nøkur av teimum veikastu í samfelagnum.
- Umboðsmaðurin valdi hesar stovnar, tí børnini á hesum stovnum teljast millum tey veikastu í samfelagnum og hava lítlan og ongan møguleika at siga frá sjálvi, um rættindi teirra ikki verða vird. Á vitjanunum fekk umboðsmaðurin høvi til at fylgja nøkrum av børnunum ígjøgnum allan gerandisdagin og sá tey tilboð, sum vórðu bjóðað teimum, skrivar stovnurin á síni heimasíðu.
Sum heild var umboðsmaðurin nøgd við vitjanirnar, og viljan hjá avvarðandi myndugleikum at loysa teir trupulleikar, ið umboðsmaðurin vísti á.
Á heimasíðuni hjá stovninum vísir Umboðsmaðurin á seks tilmælir, ið hon hevði eftir vitjanirnar.
- at myndugleikarnir gera eina heildarætlan fyri børn við fjølbreki, sum eru heilsuliga veik, soleiðis at sleppast kann undan, at tey verða flutt ov nógv runt,
- at skipað samskifti verður millum Skúlan á Trøðni, fjølbrekatoymið Smæruna og umlættingarstovnarnar hjá børnunum, soleiðis at samstarvað verður um m.a. stimbran av børnunum, og soleiðis at tryggjað verður, at samskiftishættirnir eru teir somu í bæði skúla, frítíðartilboði, umlættingarstovnum og heima,
- at avvarðandi at børnum við fjølbreki fáa betri skrivliga kunning um, hvørji rættindi børn við fjølbreki og familjur teirra hava, hvørji krøv kunnu setast til t.d. umlættingarstovnar, og hvørji tilboð teir einstøku stovnarnir hava til børn, sum bera fjølbrek,
- at gjørdar verða langtíðarætlanir og heildarloysnir fyri hvørt einstakt barn við fjølbreki saman við familjuni hjá barninum,
- at tilboðið um umlætting fyri børn við fjølbreki verður víðkað, jú størri og tyngri børnini verða,
- at strembað verður eftir at fáa samtykki frá foreldrunum, fyri at fáa heilsuupplýsingar um børnini við fjølbreki frá heilsufakligum umhvørvi, við tí fyri eyga at góðskutryggja røktina av børnunum.