Fyri einari viku síðani blivu tveir útlendingar steðgaðir á flogvøllinum í Vágum, tí teir vóru á veg av landinum við ikki færri enn umleið 800.000 krónum í reiðum peningi. Peningurin var í evrum, og tollvaldið lat løgregluni málið.
Illgruni var um, at peningurin stavar frá rúsevnum og hvítting, og tí beindi TAKS málið víðari til løgregluna.
Heri Andreasen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at einki nýtt er at frætta í málinum í løtuni.
- Málið verður framvegis kannað, so har er einki nýtt í løtuni, sigur hann.