Kanna fortíðina hjá erkabiskupinum

Í Týsklandi hevur ákæruvaldið reist ákæru ímóti tí ovasta leiðaranum fyri teirri katólsku kirkjuni í landinum og skuldsett hann fyri at vart prestar, sum hava gjørt seg inn á børn kynsliga.

Týska ákæruvaldið váttaði í dag, at erkabiskupurin Robert Zollitsch skal hava verið vitandi um ein prest, sum misnýtti børn kynsliga í 1960-árunum. Sambært ákæruvaldinum vardi erkabiskupurin eisini ein prest í 1987 við at lata hann varðveita sítt prestastarv, hóast hann hevði misnýtt børn kynsliga.

Ákæruvaldið hevur reist málið ímóti Robert Zollitsch, erkabiskupi, eftir at sjónvarpið ARD og blaðið Südkurier høvdu avdúkað fortíðina hjá erkabiskupinum.

Sjálvur vísir tann katólski leiðarin øllum skuldsetingunum aftur.