Kanna dupultmorð í Arboga

Í gjár varð ein 38 ára gomul kvinna funning deyð í seingini við pinkubarni sínum. Svenska løgreglan kannar málið sum dupultmorð.

Kvinnan, sum er norsk, men býr í Svøríki, átti seks børn, og er áður illa viðfarin og hótt av fyrrverandi norska vinmanni sínum.

- Vit hava funnið fram til, hvar maðurin er, og skulu avhoyra hann í dag. Hann er tó ikki undir illgruna, men vit vilja bara hava nakrar upplýsingar frá honum, sigur Åsa Hedin hjá løgregluni í Västmanland við dagblaðið Aftonposten.

Seint í gjárkvøldið bar løgreglan teir báðar deyðu kropparnar út úr íbúðini mitt í Arboga. Tveir persónar bóru tað fyrru børuna út, meðan ein løgreglumaður kom beint aftan á við einum lítlum gulum knýti, skrivar Aftonposten.

Fráboðanin um norsku kvinnuna og níggju mánaðir gomlu dóttrina kom til løgregluna beint fyri klokkan 11 í gjáramorgunin, og stutt eftir byrjaði løgreglan at kanna málið sum morð.

Sambært svenskum miðlum skuldi mamman at tosa við sosialu myndugleikarnar fríggjadagin, men møtti ikki. Tí var farið at sóknast eftir kvinnuni í gjár, og tá komu social starvsfólk fram á mammuna og lítlu dóttrina.

Løgreglan vil einki siga um, nær móður og dóttir eru deyð, men frá øðrum keldum veit Aftonbladet at siga, at tey hava ligið í fleiri dagar.

Í 2010 bleiv táverandi samlivari hjá kvinnuni dømdur í átta mánaðar fongsul fyri harðskap móti kvinnuni og fyri at hava hótt hana eftir lívinum.

Løgreglan vil tosa við hann, men undirstrikar, at hann ikki í løtuni er undir illgruna í drápsmálinum.