Kanna Chávez

Amerikanska uttanríkisráðið kannar, um hald er í skuldsetingunum um, at Venesuela hevur hjálpt kolombisku uppreistrarrørsluni FARC við pengum. Kolombiska stjórnin sigur seg hava fingið fatur á skjølum, sum vísa, at FARC hevur fingið 300 mió. dollarar úr Venesuela eftir boðum frá landsins forseta, Hugo Chávez. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, segði í gjár, at USA fylgir gjølla við, hvat kemur fram í málinum.