Kanna árinið av føroyskari arbeiðsmegi uttanlands

Hvussu stóra ávirkanin hevur tað á búskapin, at stórur partur av føroyskari arbeiðsmegi arbeiðir uttanlands?

Hvussu stóra ávirkanin hevur tað á búskapin, at stórur partur av føroyskari arbeiðsmegi arbeiðir uttanlands?

 

Tað er ein av spurningunum, sum verða svaraðir í kanning, sum verður løgd fram á framløgu á Hotel Føroyum í Havn um eina løtu.

 

Tað eru Føroya Skipara- og Navigatørfela og Áhugafelagið Antares – felag fyri føroyingar, sum starvast uttanlands – sum hava kallað inn til fundin.

 

Talan er um kanning, sum Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur hevur gjørt. Millum spurningarnri, sum verða svaraðir, eru hesir:

 

·       Hvussu stór er ávirkanin á búskapin?

·       Hvussu nógv fær tað almenna burtur úr?

·       Týdningurin í mun til Ríkisveitingina?

·       Týdningurin í mun til arbeiðsmegina í ávísum vinnum í Føroyum?

·       Loysir tað seg at flyta arbeiðsmegina heim til Føroyar?