Kann verða nógv dýrari at fáa sín egna bústað

Uppskotið hjá Miðflokkinum fer at raka akkurát tey, meiningin er at hjálpa, halda fleiri politikarar

Verður tað lættari at fáa bústaðarlán, er stórur vandi fyri, at tað fer at vera uppaftur nógv dýrari at seta føtur undir egið borð í Føroyum.

 

Tað halda fleiri tinglimi, bæði í samgonguni og í andstøðuni og tí vilja teir hava at bústaðarviðurskiftini í Føroyum verða tikin upp til viðger beinanvegin.

 

Løgtingsmenninir, Bill Justinussen og Jenis av Rana, úr Miðflokkinum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at landið skal selja sín triðing í BankNordik og at brúka inntøkurnar til at hjálpa teimum at seta føtur undir egið borð, sum eru so mikið illa fyri, at bankarnir ikki vilja læna teimum pening til egnan bústað.

 

Men tað mæla politikarar sum umboða samgongu og í andstøðu í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, frá, so Miðflokkurin stendur rættiliga einsamallur í hesum máli. 

 

Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen úr samgonguni, og Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard úr andstøðuni, halda, at skulu tey, sum ikki lúka treytirnar hjá bankunum fyri at fáa bústaðarlán, fáa lagaligari lán, fer tað bara at at trýsta bústaðarprísin enn longur uppeftir. 

 

Sostatt kann uppskotið raka tey, sum ætlanin er at hjálpa, staðfesta tey. 

 

Men tey halda kortini, at spurningurin um bústaðarviðurskiftini í Føroyum eigur at verða viðgjørdur gjølla beinanvegin. 

 

Tey vísa á, at tað er útboðið av bústøðum, umframt eftirspurningurin og keypiorkan hjá fólki, sum eru avgerandi fyri, hvussu dýrt tað er at seta búgv. Og í løtuni er eftirspurningurin størri enn útboðið og tí eru prísirnir trýstir upp.

 

– Setir landið skipanir í verk, sum bøta um keypiorkuna hjá fólki, er vandi fyri at sethúsaprísirnir hækka enn meiri, siga politikarar úr samgongu og í andstøðu. 

 

Tí mæla tey til, at spurningurin um bústaðarviðurskiftini verður tikin upp beinanvegin við tí endamáli at bøta um bústaðartrupulleikarnar og  at stuðla upp undir fólkavøkstur og fólkatilflyting.