Kann taka tíð við frumatkvøðu

á Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið finna semju, skal semjan til frumatkvøðu millum allar limir felagsins. Hetta kann taka eina viku

Eftir at samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið slitnaðu á kvøldið tann 7. mars, hevur samband ikki verið millum partarnar.

Hesa vikuna hava semingsmenninir Allan Skaalum og Rúni Heinesen tó aftur roynt seg.


Ikki heilt rætt

Tað frættist í gjár, at Føroya Lærarafelag segði seg vera til reiðar at fara aftur til samráðingarborðið.

Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Lærarafelagnum, segði seinnapartin í gjár, at hetta er ikki heilt rætt.

- Vit hava sagt ja til, at semingsmenninir koma við einum samráðingaruppleggi, sigur Elsa Birgita Petersen, sum væntaði at hoyra nærri frá semingsmonnunum í dag.


Frumatkvøða

Fæst semja millum partarnar, so kann ganga nakað av tíð, áðrenn lærarar aftur fara til verka. Ein semja skal til frumatkvøðu millum limir Føroya Lærarafelags.

- Alt fer til frumatkvøðu millum limirnar. Vit hava gjørt alt klárt, men tað tekur tíð, tí tað skal út um alt landið. Ein vika gongur við tí, sigur Elsa Birgitta Petersen