Flogfarið var á veg úr Burkina Faso til Algeria, tá tað brádliga hvarv av radaranum, meðan tað var uppi yvir oyðimørkini har norðuri í Mali. 118 fólk vóru í flogfarinum, og øll doyðu. Umleið helmingurin av ferðafólkunum vóru franskir ríkisborgarar. Manningin var úr Spania.
Algersku myndugleikarnir siga, at tann nógvi hitin í oyðimørkini hevur gjørt bjargingar- og rannsóknararbeiðið sera trupult, og at tað ikki ber til at eyðmerkja líkini á vanligan hátt. Tað ger, at tað millum anað verður neyðugt at taka DNA-royndir av skyldfólki hjá teimum deyðu fyri at fáa staðfest, hvørji líkini eru.
Síðani vanlukkuna er tað komið fram, at flogfarið fyrst bað um loyvi at broyta kós og seinni um at venda aftur orsakað av sandroki. Stutt eftir hvarv flogfarið av radaranum.