Kann tað verða rætt?

Jógvan Philbrow
Vegna starvsfólkið í Frítíðarskúlanum í Fuglafirði

Mistøk kunnu koma fyri, meira enn so, men tá ið Hans Pauli Strøm blástemplar lógarbrot, uttan nakrar fylgjur, hvørki fyri hann ella kommununa, sum hevur framt lógarbrotið. Kann tað bert verða tekin um manglandi virðing fyri dagstovnaøki og dagstovnalógina.

Eitt krav má verða at hægsti myndugleikin í landinum, sum umsitur hetta øki, Hans Pauli Strøm virðir og roynir at seta seg inn í eitt mál áðrenn hann tekur avgerðina.

Minsta krav má verða, sjálvt um hann møguliga heldur at "námsfrøðingar" eru óneyðugt fólkaslag í dagsins Føroyar, at hann virðir lógina. Við lóg skal land byggjast, og tá ið tær hægstu myndugleikarnir í landinum ikki virða lógir, hví skulu onnur?

Framhaldandi spurningurin er hvat tað er vit vilja bjóða børnum okkara. Er tað rætt og rímiligt, at tað bert er tíðin tá ið børnini ganga í skúla, sum hevur týdning? Eru barnaárini frá 0-7 ár uttan týdning. Ein tíð har tey bert skulu "ansast". Er tað rætt og rímiligt, at skúlabørnini sum hava tørv á ansing, eftir skúlatíð, verða stúgva inn í bygningar sum ikki hóska, hvørki hvat viðvíkur umstøðum ella faklig umsorgan.

Ella heldur landsstýrismaðurin at tað er nøktandi at seta nøkur "fitt" fólk at ansað teimum og so einki meir. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við hesar stovnar, hvussu ber tað til at nógvir av stovnunum ikki lúka krøvini, sum standa í dagstovnalógina, hvørki hvat viðvíkur starvsetanir, normeringar ella hølisviðurskiftum?

Eg undrist.