Kann “Skúladepilin við Marknagil” eisini fevna um – Tórshavnar Musikkskúla?

Byggingin av Skúladeplinum, henda framúr framskygda og góða verkætlanin, er fyrst og fremst ein uppgáva, sum áliggur landinum

Tórshavn, høvuðsstaður landsins, kann gera munin, við at gerast ein virkin samstarvspartur.

Hetta kann gerast við m.a., at Kommunan og Skúladeplin, samstarva um eitt nú:

 

Fframførslu og Fyrilestrarhøll,- sum kann gerast karmur um venjing og framførslur, eisini hjá, Tórshavnar Musikkskúla, -eins og nógvir aðrir møguleikar eru fyri tónleiki og list.

Býar-bóka/KT savni, Sum kann nýtast av næmingunum eins og vanliga borgaranum.

Ítróttarumhvørvið í Skúladeplinum kann, aftaná skúlatíð, nýtast av øllum borgarunum í kommununi.

 

Ótolandi vánaligu umstøðurnar hjá Tórshavnar Musikkskúla.

Fyri uml. einum ári síðani, var evni á óformellum fundi “Samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Skúladepilin við Marknagil.

Frá báðum síðum var stórur áhugi fyri hesum hugskotinum.

Nevnast kann, at Føroya Studentaskúli og HF- skeið m.a.hevur tónleik sum lærugrein. Tí er framførsluhøll partur í Skúladeplinum.

Er tað tá ikki skilagott at gera samstarv millum Skúladepilin og Tórshavnar Musikkskúla??

 

Við samstarvi millum kommunu og land kann Skúladepilin við Marknagil gerast ein sonn “mentunarperla” í høvuðsstaðnum og ein fyrimynd fyri úheimin.

 

Enn eru møguleikar fyri samstarvi og sambygging.

Fyrireikingarnar í sambandi við bygging av Skúladeplinum eru komnar væl áleiðis, og hevur tað tí alstóran skund, skal tað eydnast at fáa sambygging - samstarv millum Skúladepilin við Marknagil og Tórshavnar Musikkskúla.