Kann seta ferð aftur á útjaðaran

Løgtingið fer í næstu framtíð at taka støðu til eina ætlan, sum kann skapa nógv arbeiði.

Miðflokkurin hevur nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta stuðul til at keypa frystan fisk fyri, sum síðani skal virkast á føroyskum fiskavirkjum, soleiðis sum bæði Fiskavirking og Vaðhorn mæla til í hinari greinini her á síðuni.

Í hesum sambandi skjýtur flokkurin upp at játta 7,5 milliónir til endamálið.

- Hendan skipan virkaði væl fyri nøkrum árum síðani, sigur Miðflokkurin.

Men so varð skipanin avtikin, tá ið fiskiskapurin undir Føroyum batnaði, men síðani tá er føroyska fiskiskapurin minkaðir 45.000 tonsum og flakavirkini hava ikki nóg góða og trygga rávørutilgongd.

- Avleiðingin er, at fleiri virkir kring landið eru latin aftur. Serliga í Suðuroy er støðan vánalig. Men kring alt landið er ov lítið av rávørugrundarlagi til flakavirkini og hetta gongur út yvir inntøkugrundarlagið hjá flakafólkinum.

Miðflokkurin sigur, at verða 7,5 milliónir játtaðar til at at keypa frystan tosk úr triðjalondum, kunnu 5.000 tons virkast á føroyskum flakavirkjum.

Hetta svarar til eitt útflutningsvirði upp á 200 milliónir krónur, harav einar 20 milliónir høvdu verðið útgoldnar í lønum.

- Fyri landskassan er talan um eina nettoinntøku, tí inntøkurnar av skatti, mvg og øðrum avgjøldum eru væl hægri enn stuðulin.

Les eisini greinina: Kunnu fáa 400 fólk til arbeiðis afturat