Kann seinka boring

Ætlanin hevur verið, at boripallurin Eirik Raude skuldi fara undir at bora eftir olju í Barentshavinum í desember, men nú er vandi fyri, at boringin, sum Hydro stendur fyri, má útsetast.

Í sambandi við ta ætlaðu boringina hevur Hydro fingið loyvi til avmarkað útlát, men nú hava umhvørvismyndugleikarnir fingið eina kæru um júst útlátið. Kæran er frá tveimum umhvørvisverndarfelagsskapum. Hydro hevur fingið loyvi til at lata 133 tons av ymsum kemiskum evnum fara út í havið, men í fjølmiðlunum hevur verið víst á, at málið bleiv ikki lagt fyri Havrannsóknarstovuna í Bergen, áðrenn loyvið til útlátið varð givið. Harafturat verður víst á, at almenningurin fær ikki at vita, hvørji kemisk evni skulu latast út í havið, tí Hydro heldur uppá, at tað er eitt sokallað vinnuligt loyndarmál.

Myndugleikarnir hava nú boðað frá, at kæran skal hava ta vanligu viðgerðartíðina, og tað fer helst at bera í sær, at tann ætlaða boringin í desember má útsetast.