Fjølmiðlar eiga at halda seg burtur frá peningainnsavnan. Tað sigur forkvinnan í felagnum Føroysk Miðlafólk, Ingrid Bjarnastein. Hon vísir á, at tað verður ov lætt at seta spurnartekin við óheftni hjá einum fjølmiðli, tá hann gerst ein beinleiðis partur av eini sak, heldur enn ein uttanfyristandandi miðil.
- Tað er lætt at halda, at miðilin ikki longur er óheftur, segði hon við Rás 2 klokkan 15.00.
Ingrid Bjarnastein heldur, at fjølmiðlarnir skulu stremba eftir at halda seg til reglurnar um góðan fjølmiðlasið, og fyri at tryggja tað krevst, at miðilin er óheftur og ikki átekur sær uppgávur, sum sáa iva um óheftni og seta spurnartekin við gegni hjá miðlinum.
- Vit kunnu nýta okkara vápn sum fjølmiðlar. Tað er at kunna, at skriva, at viðgera mál kritiskt og seta tey á breddan, so at politiski myndugleikin kann taka tey upp. Tað er ikki okkara uppgáva at savna pening inn, sigur Ingrid Bjarnastein.










