Sjálvur fái eg ongantíð doktaraheitið, mín miðnámsútbúgving var saman við pápa mínum við Grindafossi. Mítt Harvard er rækjufiskiskapurin við Svalbard, Grønland og Kanada seinastu gott 30 árini.
Tað, ið altíð hevur havt mín størsta áhuga, eru tey náttúrufyribrygdi, sum ávirka fiskiskapin, so nærum alt verður vent á høvdið.
Ikki ber til at skriva alt, men eg haldi, at tað er burtur í vón og viti, at fiskifrøðingar ikki vilja kennast við ella rýma undan tí ábyrgd, at eitt eitur fiskagongd. Spurningurin um tað skal vera fiskidagar ella kvota er ilt at skilja. Okkara fiskidagaskipan gevur okkum altíð tær sonnu veiðunøgdirnar, haraftrat eru friðingarmøguleikarnir óavmarkaðir. Ein kvotaskipan sigur lítið um veiðutrýstið, men vísir bert til tey lyklatøl, rokniarkið fær. Gongur kvotan undan vera skeivleikarnir uppaftur størri.
Nú vit eru inni á fiskagongd, so tosa vit ikki um nakrar fáar fjórðingar, men nógvar hundraðtals fjórðingar. Ja so langt, at vit tosa um, at fiskurin flytur til aðrar landgrunnar, har livilýkindini eru nøgtandi.
Vit hava í rækjufiskiskapinum seinastu 20 árini havt 3 stórar flytingar. Tá stóri toskafiskiskapurin var í 80-unum, var rækjufiskiskapurin bert á mið- og norðbankunum. Í 90-unum tá toskurin hvarv, flutti stórur partur av rækjustovninum suður á toskaleiðirnar. Nú er øvugt, toskurin er ávegis aftur, fiskiskapurin eftir rækjum er nú aftur á mið- og norðbankunum. Ein flyting av stovninum á 6-800 fjórðingar.
Hvørjaferð slíkt hendir, rópa fiskifrøðingarnir neyðarróp um, at nú mugu bremsurnar sláast til. Tølini vísa, at fiskiskapurin er minkaður so nógv á økinum, tí veiðutrýstið er ov stórt. Vit, ið arbeiða saman við náttúruni siga, at hetta ikki er heilt beint, tað er fiskagongd. At fiskiskapurin er minkaður eiga so onnur at meta um, men í dag fiskar ein rækjubátur millum 8.000 og 11.000 tons.
Søgurnar um flotfiskin í seksti árunum í Grønlandi og tær milliónir av skrápi vóru øgiligar. Tað, sum hendi tá flotfiskurin hvarv, var, at skrápurin hvarv eisini og er ongantíð komin aftur, bert onkur hissini.
Eitt tað grefligasta dømi var, tá toskurin í Grønlandi hvarv í 1994/95. Glið kom á stovnin, fyrst fór hann niður í dýpið millum bankarnar og so víðari suðureftir. Tað seinasta bátarnir sóu til toskin var á Kappanum. Vert er eisini at leggja merki til, at kongafiskurin og steinbýturin fóru sama veg. Toskurin við Labrador hvarv eisini.
Nú 15 ár eru liðin, er hann ikki komin aftur. Tann toskur, ið nú er í menning, er smáfiskur.
Tosaði við kendan línuskipara; tá sigur hann, at teir høvdu fingið tveir merktar toskar á suðureysturlandinum. Annar var merktur norðan fyri Pamiut og hin sunnanfyri Nuuk. Hesir stakkals toskar hava also svomið 1000 fjórdingar. Her kunnu setast nógvir spurningar: Hví flytur hann? Hvussu nógv tons svarar hetta til? Kann hann fara longur, ella trýstur hann annan fisk at rýma?
Nøkur onnur fakta eru, at í 1995 var vánafiskiskapur undir Føroyum; veidd vórðu 6000 tons. Tað varð eisini sagt, at ongin toskur eldri enn 3 ár var á Føroyagrunninum. Í 1996 alt vent á høvdi 40.000 tons.
Tvey tey mest nevndu orðini í løtuni eru gransking og burðardygg veiða. Er tað so, at Føroyagrunnarnir eru sum eitt vatn, har onki rennur til og onki frá, so kunnu vit tosa um burðardygd. Hinvegin er samband millum fiskastovnanar so eitur onki burðardygd, her má neyv gransking til.
Náttúran er livandi, tilfeingið intelligent, men tað er rokniarkið ikki. Rokniarkið kann bert svara aftur við teimum tølum, tað verður fóðrað við.
Ctrl Alt Delete…Shut Down. Klokkan er fimm, men ikki hjá okkum…
Enn einaferð hjartaliga tillukku, hevði glett meg at sloppið at lisið eina slíka ritgerð.
Linjohn Christiansen, skipari
Umborð á Akamalik norðuri við Upernavik










