Ráðstevna
Seinastu árini eru hendar sera stórar broytingar innan okkara fiskivinnu. Alt fleiri skip verða handlað, ið ikki hava grundarlag í rakstrinum hjá skipunum. Heldur er hetta ein roynd at tryggja sær veiðirættindi.
Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassen vísa á, at tilgongdin, sum vit hava sæð í føroyskari fiskivinnu á sjónum, í fleiri førum er íkomin í tøttum samstarvi við útlendsk áhugamál.
Útlendsk ávirkan
- Ungir føroyingar hava havt lætt við at komið sær inn í vinnuna, um samstarvsfelagarnir hava verið teir røttu. Hetta samanspæl millum føroysk og útlendsk áhugamál hevur gjørt, at føroysk skip við veiðirættindum eru vorðin sera kostnaðarmikil. Vit hava eisini sæð, at tað eru útlendskir eigarar og fíggingarstovnar, ið eru við til at fíggjar hesar verkætlanir.
Auðunn og Óli ásanna, at henda gongd hevur gjørt tað alsamt truplari hjá einum føroyingi at fara í ein føroyskan fíggingarstovn at fíggja tílík skipakeyp.
Kapitalur trýstir
Teir báðir vísa eisini á, at við útlendskum áhugamálum í veiðiliðnum, kunnu føroyskir myndugleikar fáa trupulleikar við at regulera fiskiskapin politiskt.
- Gerast útlendsku áhugamálini ov sterk, kunnu tey leggja trýst á politisku skipanina.
Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassen undra seg yvir, at politiska skipanin í Føroyum hevur loyvt útlendskum áhugamálum at fáa lut í ogn Føroya fólks.
- Hetta hevur fullkomiliga avskeplað okkara samfelag, samstundis sum vit ikki hava sama møguleika at keypa okkum inn í flotan hjá okkara grannalondum, siga teir.