Kann kosta statinum milliardir

Vil illa til, kann húsagangurin hjá Max Bank í Næstved kosta danska ríkiskassanum upp ímóti fýra milliardum krónum. Staturin er stóreigari í bankanum við 19,4 prosentum av partapeninginumn og hevur veitt trygd fyri trimum milliardum krónum, sum Max Bank hevur lænt.

Greinarar siga tó, at fallið hjá Max Bank fer ikki at kosta tí almenna so nógv. Teir vísa á, at tá Amagerbankin fór av knóranum, kostaði tað tí almenna 15 prosent av trygdini, og er tað sama galdandi hesaferð, fer Max Bank at kosta statinum eina lítla hálva milliard. Men verður tað mista partabrævavirðið lagt omaná, fer missurin at liggja millum eina hálva og eina milliard krónur.

Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt Støðufesti hava allan dag roynt at fáa aðrar bankar at yvirtaka tey tryggu viðskiftafólkini hjá Max Bank. Hini enda í Fíggjarligum Støðufesti.