Kann kosta dýrt

Í UEFA eru fíggjarligu krøvini til feløgini strong, og tí kann ein húsagangur kosta dýrt

Fótbóltur

 

Føroyski limaskapurin í UEFA ásetur millum annað krøv til Formula-feløgini um, at fíggjarviðurskiftini hjá feløgunum skulu vera greið. Millum annað verður hetta gjørt við at geva feløgunum loyvisgóðkenning á hvørjum ári.

- Tað eru ikki ítøkiligar reglur fyri, hvussu vit í Føroyum gera, um eitt felag fer á húsagang. Hinvegin hava vit praktisera, at um felag verður umskipað, ella um talan er um samanlegging, kann hetta bert gerast, um framhaldandi felagið yvirtekur allar skyldur hjá uppathaldandi felagnum ella feløgunum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.

Í Danmark hava dømi tó verið um feløg, sum eru tvangsniðurflutt til lægri deild, tí fíggjarligu skyldurnar ikki verða svaraðar. Og spurningurin er, um FSF hevur so øgiliga nógvar aðrar møguleikar, skuldi tað komið hartil. Í øllum førum skal eitt nýtt felag, sum ikki yvirtekur ein verandi lisens, byrja av nýggjum í lægstu deildini.

Og so eru tað eisini UEFA-krøvini at taka atlit til. Hesi staðfesta, at um felag fer av knóranum, missur felagið rættin til at taka lut í europiskum kappingum í trý ár. Og avleiðingin er tann sama, um felagið verður fíggjarliga umskipað við at lata skyldurnar liggja eftir í gamla felagnum og halda fram við rakstrinum í nýggjum felag.