Kann koma fyri norskan rætt

Myndugleikarnir í Fraklandi og Noregi eru samdir um, at málið um tangaskipið norska ?Bow Eagle, sum sigldi ein franskan trolara niður mánanáttina, kann kom fyri rættin í Noregi. Norska reiðaríið viðgekk mikudagin, at tað var tangaskipið, sum hevði siglt á tann franska trolaran.
Samstundis hevur reiðaríið sagt, at tað er skelkað av, at »Bow Eagle« ikki steðgaði fyri at hjálpa teimum neyðstøddu fronsku fiskimonnunum. Tveir menn av Filipsoyggjunum høvdu vakt á brúnni á tangaskipinum, tá samanstoyturin var, men teir gjørdu onga roynd at steðga skipinum ella at hjálpa manningini á franska trolaranum.
Kemur norska manningin fyri rættin í Fraklandi, verða teir helst ákærdir fyri óviljað manndráp, og tað kunnu teir fáa upp í fimm ára fongsul fyri. Franskir fiskimenn eru í øðini um framferðina hjá norska skipinum, og teir krevja, at manningin fær harða revsing.

Bush ein annar Churchill

Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, heldur, at George W. Bush, forseti eigur at verða mettur javnt við gamla bretska leiðaran Winston Churshill, sum ávaraði heimin ímóti Adolfi Hitler í árunum undan seinna heimsbardaga. Hóast hann ikki nevndi irakska leiðaran Saddam Hussein, er eingin ivi um, at hann í hesum føri ímyndaði sær Hitler sum ein nútíðar Saddam.
Í einari røðu á einari herstøð í Kalifornia viðgekk Rumsfeld, at amerikanska ætlanin at leypa á Irak fær ikki ta stóru undirtøkuna uttanlands, men hann segði seg vera sannførdan um, at amerikanska ætlanin er tann rætta, og at umheimurin fer at stuðla USA, tá álopið verður sett í verk.
-Tá Týskland leyp á eitt land fyri og annað eftir, søgdu fólk, at kanska hevði Churshill havt rætt alla tíðina. Kanska hevði tann einsamalla ávarandi røddin havt rætt, segði Rumsfeld og sipaði við hesum til ávaringarnar hjá Bush ímóti Irak.

Tingingar útsettar
Tingingarnar millum Norður- og Suðurkorea um at knýta vega- og jarnbreytakervini í teimum báðum londunum saman eru útsettar. Sum skilst eru londini ikki ósamd um sjálva ætlanina, men ósemja er um, hvussu tingingarnar skulu skipast. Embætismenn royna av øllum alvi at fáa rudda forðingarnar av vegnum.
Í gjár fóru umboð úr báðum londunum undir aðrar tingingar, sum skulu økja handilssamstarvið um markið.

USA aftur í buktini
Fleiri lond royna at fá aamerikansku umboðini á ST-ráðstevnuni um burðardygga menning at taka undir við teimum samtyktum, sum hini londini kunnu koma ásamt um, men fyribils bendir alt á, at USA fer at atkvøða ímóti.
Norski umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, hevði mikudagin fund við amerikanska varauttanríkisráðharran Paulu Dobrianski í Johannesburg. Aftan á fundin segði norski ráðharrin, at hann hevði roynt at sannføra amerikanska vararáðharran um, at tað hvílir ein stór ábyrgd á amerikansku stjórnini.
Sjálvbodnu felagskapirnir, sum hava sent umboð til Johannesburg, hava lítið álit á, at USA fer at broyta støðu. Teir vænta tvørturímóti, at USA fer at royna at leita sær stuðul úr Kanada og Avstralia til at fella tað, sum hini londini semjast um.