Kann ikki vera tilvildarligt

ÍF hevur ilt við at trúgva, at tað er tilvildarligt, at teir bert hava ein heimadyst móti Víkingi áttanda árið á rað

Í dag gjørdi ÍF vart við, at tey vóru ónøgd við dystarskránna til komandi kappingarár í mansfótbólti. Sambært teimum, so er hetta áttanda árið á rað, at fuglfirðingar bert fáa tann eina heimadystin í grannauppgerðini við Víking. Men formaðurin í kappingarnevndini, Jákup Martin Joensen, sigur at kappingin verður tilvildarliga løgd til rættis av einari teldu.

 

Les eisini: Vónleyst at lurta eftir øllum

 

- Eg haldi ikki, at Jákup Martin Joensen kann siga, at tað er tilvildarligt hvussu dystirnir verða býttir. Átta ár í trekk, tað kann ikki vera tilvildarligt. Um tað er so, so er okkurt galið við skipanini, svarar formaðurin í ÍF aftur til formannin í kappingarnevndini hjá FSF.

 

- Um hetta er tað, so merkir tað jú teoretiskt, at vit ongantíð fáa meir enn tann eina heimadystin móti Víkingi. Og tann dysturin hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Njal Reinert Petersen, formaður í ÍF.

 

Trýs á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna Njal Reinert Petersen