Kann ikki útihýsa lógarbrot - men fær onki gjørt við tað

Skal meiri gerast, mugu kommunurnar stevna landsstýrinum


Ellisheim í Vági
 

 Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum ger ikki meiri við málið, har Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur kært landsstýrið fyri lógarbrot í sambandi við ætlanina at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Tað avgjørdi nevndin á fundi í gjár og sostatt ger hon ikki meiri við málið.
Høgni Hoydal hevur kært landsstýrið, tí hann metir, at tað er farið út um sínar heimildir og hevur lagt trýst á kommunurnar, samstundis sum landsstýrið hevur játtað kommununum í Suðuroy lagaliga fígging úr landskassanum, uttan at málið er samtykt í løgtinginum. Hann vildi tí hava, at ein kanningarstjóri varð settur at kanna málið til botns.
Men tað er eisini greitt, at nevndin er ikki samd í hesum máli, men fór í tvíningar og býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta.
 
Lógarbrot kann ikki útihýsast
Meirilutin, sum er Kári P. Højgaard, formaður og Kjartan Joensen staðfestir, at tað kann ikki útihýsast at lógarbrot er farið fram í hesum máli.
Men kortini kann nevndin onki gera.
Meirilutin sigur, at skal nakað gerast, mugu tær kommunur, sum halda seg hava verið fyri órætti, stevna landsstýrinum.
Í hesum sambandi nevnir meirilutin tríggjar spurningar, sum hann heldur, at tað kundi verið áhugavert at fingið dómstólarnar at tikið støðu til.
Fyrsti spurningur er, um landsstýrið hevur misnýtt sítt vald og hevur lagt trýst á kommunurnar at byggja ellis- og røktarheim á stykkinum í Vági, sum varð ætlað til miðnámsskúla.
Annar spurningur er, um landsstýrið hevur gjørt mismun á kommununum við bara at bjóða teimum lagaliga fígging, sum vilja byggja ætlaða ellis og røktarheim í Vági.
Og triði spurningurin er, um landsstýrið hevur givið kommununum eina bindandi tilsøgn um fígging, uttan at hava fingið heimild til tað og um tað tí er hugsandi, at kommunurnar kunnu krevja endurgjald frá landskassanum, um so er, at løgtingið ikki gevur landsstýrinum neyðugu heimildina.
Í hesum sambandi staðfestir meirilutin í landsstýrismálanevndini, at í lógini eru ikki greiðar reglur um valdsmisnýtslu og mismun.
Ein dómur er í hægstarætti frá 1999, men í tí dóminum eru ongar vegleiðingar um, nær vald verður til valdsmisnýtslu og nær mismunur verður til ólógligan mismun.  
- Tey, ið eru biðin um upplýsingar eru harumframt ymisk á máli um, antin kommunurnar hava verið fyri ósakligum trýsti ella vanbýti.
Tí heldur meirilutin, at tað hevði verið torført hjá landsstýrismálanevndini, ella einum kanningarstjóra at gjørt eina niðurstøðu um hesi viðurskifti.
Meirilutin í landsstýrimálanevndini heldur tískil, at høvuðsspurningarnir í málinum, eru av slíkum slag, sum best hóska seg at verða viðgjørdir í einum rættarmáli.
- Slíkt rættarmál kann reisast av teimum, sum halda seg hava verið fyri trýsti ella vanbýti ella tapi, sigur meirilutin. 
Tað eru sostatt tær kommunur, sum halda seg hava verið undir trýsti ella fyri vanbýti, ið kunnu stevna landsstýrinum.
Men bæði Løgmaður ella Løgtingið kunnu eisini reisa sakarmál um brot á lógina um ábyrgd landsstýrisisns og ábyrgd landsstýrismanna.
Men politiskt er heilt óhugsandi at tað hendir.
 
Nógvir ósvaraður spurningar
Hinvegin heldur minnilutin í landsstýrismálanevndini, Karsten Hansen framvegis, at nevndin eigur at krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra at kanna málið. Hann heldur, at eftir tí, sum er komið fram, bendir alt á, at tað er landsstýrið, sum hevur tikið eina avgerð, sum tað hevur trýst kommunurnar at taka undir við, soleiðis at tær, sum ikki vóru við, heldur ikki fingið sama tilboð um lagaliga fígging.
- Hetta er alt gjørt, uttan at serlig lógarheimild er fingin til vega frammanundan, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur tí, at upplýsingarnir, sum eru komnir fram stuðla uppundir kæruna og at nógvir ósvaraðir spurningar eru og tí heldur hann, at tað eigur at verða beint til ein kanningarstjóra.