Kann ikki samanberast við nakað

Bárður H. Joensen hevði ongantíð áður skotið eitt mál í bestu deildini fyri B36, men kortini var hann settur at skjóta avgerandi brotssparkið. Hann sveik ikki álitið, og heldur hann annars, at tað var uppiborið at B36 vann



Til tíðir var tað ræðuligt at sita á bonkinum og ikki kunna ávirka á vøllinum. Men eg haldi, at tað var uppiborið at vit vunnu, sigur Bárður H. Joensen, sum sat alla vanligu leiktíðina á bonkinum, áðrenn hann kom inn fyri Berg Midjord tíðliga í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini.
- Tað var ein øgilig ferð, og eg gjørdist eisini troyttur beinanvegin sum eg kom inn. Men eg haldi vit høvdu yvirtakið allan dystin, og at sigurin tí var uppiborin, sigur ungi verjuleikarin hjá B36.
 
Valdi síðu
Bárður H. Joensen var fimti brotssparksskjúttin hjá B36. Undan honum høvdu allir skjúttarnir hjá liðunum báðum skorað, uttan Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi. Tí kundi Bárður senda liðið hjá sær í steypafinaluna, og tað var júst tað hann gjørdi.
- Tá longda leiktíðin var av, avgjørdu vit hvørjir skuldu skjóta, og Sigfríður setti so meg sum fimta skjúttan. Sjálvandi hevði eg nervar, men tá eg so skuldi skjóta, so hvurvu teir aftur. Eg valdi síðu áðrenn og so smekkaði eg til, greiðir fegni Bárður H. Joensen frá.
Bárður H. Joensen hevur ongantíð áður skotið eitt mál fyri B36 í bestu deildini, og tí undraðist helst onkurá , at hann var millum skjúttarnar. Men hann sveik ikki álitið, og nú kunnu viðhaldsfólkini fegnast saman við honum um brotssparkið.
- Hatta var øgiligt. Tað kann ikki samanberast við nakað, og so er hatta fyrstu ferð, at eg havi fingið bóltin í kassan, flennir Bárður H. Joensen.
 
Steypakappingin alt at siga
B36 var undan kappingarárinum mett at vera millum favorittarnar til FM-heitið, men kjansurin at vinna meistaraheitið er farin. Tí hevur tað ovurhondsstóran týdning, at B36 er komið í finaluna.
- Hetta er so at siga tað einasta sum hevur týdning fyri okkum. Tað hevur alt siga, um ikki alt kappingarárið skal enda sum eitt vónbrot, staðfestir Bárður H. Joensen.