Kann ikki lova suðuroyingum hóskandi skip næsta ár

?Tað er ómetaliga trupult at finna avloysaraskip á sama støði sum Smyril, tí ferjur hanga ikki á trøðunum, sigur stjórin á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

?Tað er ómetaliga trupult at hóskandi útvega avloysaraskip til suðuroyarsiglingina, tá ið Smyril er í dokk.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, ger púra greitt, at hóast teir longu nú fara at leita eftir einum avloysaraskipi á sama støði sum Smyril, ber ikki til at lova nakað sum helst.
?Ferjur, sum eru á stødd við Smyril, hanga ikki á trøðunum, og so slett ikki tá ið talan einans er um at leiga tær í einar tvær ella tríggjar vikur.
Hann sigur, at styttri leigumálini eru, verri er at finna skipini og jú harðari eru treytirnar.
? Nógv av teimum skipum, sum eru til taks at leiga í so stutta tíð, eru skip, sum hevði egnað seg betri til upphøggingar, sigur hann.

Fingu noktandi svar
Annars hava atfinnginarnar heglað niðuryvir Strandferðsluni, tí at tað ikki hevur eydnast at finna nøktandi avloysararaskip til suðuroyarsiglingina, hvørja ferð Smyril er í dokk.
Men Reidar Nónfjall heldur, at nógvar av hesum atfinningunum hava røtur í ókunnleika til viðurskiftini, tí onki hald er av tí mesta, ið sagt verður.
-? Tað eru nógvar forðingar á vegnum og tað er ómetaliga trupult at finna hóskandi avloysaraskip.
Ein atfinning hevur verið, hví Smyril ikki kann fara í dokk um veturin, tá ið ferðslan ikki er so stór.
?Vit hava nú spurt okkum fyri, um tað ber til at leiga stóru, finsku ferjuna, Alandiu í vetur at brúka til avloysaraskip fyri Smyril og so at koyra hann í dokk, áðrenn summarferðslan byrjar komandi ár.
? Men mikudagin fingu vit greitt svar, at tað ber als ikki til. Alandia er bara góðkent at sigla, har alduhæddin í miðal ikki fer upp um 1,9 metrar, men um veturin er hon mangt slíkt í Føroyum og so er onki at gera.
? Og um summarið brúkar reiðarin sjálvur Alandiu í aðrari sigling og sostatt er tann møguleikin endaliga gloppin okkum av hondum.
Alandia hevði annars verið eitt sera vælhóskandi skip, tí hon er væl størri enn Smyril og tekur yvir 200 bilar og hartil siglur hon minst líka skjótt.
Reidar Nónfjall sigur, at hesi seinastu árini hevur tað verið at berari tilvild, at tað hevur eydnast at finna avloysaraskip yvirhøvur.
Eitt nú vísir hann á, at tað árið, Claymore var avloysaraskip, varð hon seld tríggjar dagar eftir, at Strandferðslan hevði gjørt leigusáttmálan.
So tætt var tað við, at hon eisini glapp okkum av hondum. Vóru vit tríggjar dagar seinni, var hon farin og so høvdu vit onki skip.
?Sostatt mugu vit staðfesta, at tað er av berum hepnið, at tað hevur eydnast okkum at finna avloysaraskip yviurhøvur hini árini.
Men hesuferð hava tit leigað Scaniu. Seinni leigaðu tit eisini Clare, men tað hendi ikki fyrrenn tit høvdu verið undir hørðum trýsti frá almenningi og politikarum. Er tað so, at tað er bara at leggja Strandferðsluna undir nóg hart trýst, so eydnast tað altíð at finna eina frægari loysn?
? Nei, tað er tað ikki. Møguleikan við Clare høvdu vit umhugsað, men Clare var uttanlands og tí bar ikki til at fáa hana at sigla beinanvegin. Vit høvdu hugsa kannað allar møguleikar frammanundan, eisini Clare, sigur Reidar Nónfjall.