Kann ikki kærast

Dómurin, ið sagdur var yvir John Petersen í landsrættinum hóskvøldið, er endaligur.

Dómurin, ið sagdur var yvir John Petersen í landsrættinum hóskvøldið, er endaligur. Ikki kann kærast víðari til hægstarætt uttan við serligum loyvi frá løgmálaráðnum.

Christian Anreasen, ið var hjálaprverji hjá John Petersen undir landsrættarmálinum, sigur, at eingin støða enn er tikin, um søkjast skal til løgmálaráðið, um at sleppa at kæra málið fyri hægstarætti.

Í sambandi við dómin sigur Christian Andreasen, at hann ikki hevði væntað, at úrskurðurin fór at verða tann, hann bleiv. Hann heldur, at ein mál, ið kemur fram so langa tíð eftir, at gentan sigur hendingin er farin fram, ikki kann føra til ein dóm. Christian Andreassen sigur, at hann ákærdi og verjarnir høvdu góðar vónir fyri, at dómurin hjá Føroya Rætti fór at verða broyttur í landsrættinum. Men hann ásannar, at rætturin hevur talað, og at ein er noyddur at taka úrskurðin hjá rættinum til eftirtektar.