Tað sló verjin hjá tí 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroyndir í Norðdepli.
Jógvan Páll Lassen segði, at var ætlanin at drepa, so hevði hann ríkiligt at møguleika fyri at gera tað. Ikki minst eftir sum hann kom fram á eina sovandi gentu.
Hann viðgekk, at talan var um haðrskap, og kanska enntá um grovan harðskap, í síni proseduru í morgun.
Áki Bertholdsen hevur fylgt málinum, og tit kunnu hoyra hansara frágreiðing um tað, sum er farið fram í Føroya Rætti í morgun, við at trýsta á pílin undir myndini.










