28 fólk eru funnin deyð eftir flogvanlukkuna í Sudan í gjárkvøldið, og 66 eru ikki komin afturíaftur Tey fyrstu tíðindini søgdu, at minst 120 fólk vóru deyð, men seinnu boðaðu sudansku myndugleikarnir frá, at 123 av teimum 217, sum vóru í flogfarinum, vóru bjargað á lívi. 28 vóru funnin deyð, og leitað varð eftir hinum.
Vanlukkan hendi, tá flogfarið skuldi seta seg í høvuðsstaðnum Khartoum. Flogfarið fór av breytini, eldur kom í tað, og løtu seinni var ein hørð spreinging.
Sudan Airways átti flogfarið, sum kom úr Amman í Jordan.