Kann gerast fyrsta Løgtingsumboð

Løgtingsins Umboðsmaður fær møguliga eitt nýtt heiti

Síðan Sólja í Ólavsstovu tók við Løgtingsins Umboðsmaður í 2006, hevur hon, hóast hon er kvinna, valt at brúka heitið Løgtingsins Umboðsmaður. Men tað hevur eina einfalda orsøk, greiðir hon frá í Sosialinum


- Søgan handan heitið er øgiliga gomul. Tað eru 250 ár síðan, at fyrsti slíkur stovnur sá dagsins ljós í Svøríki, og var heitið tá Ombudsman. Tá man so kopieraði hugskotið í øðrum londum, valdi man at brúka sama heitið. Í dag verður navnið brúkt um allan heim. Hetta er heitið fyri ein serligan stovn, og í Føroyum hevur man valt at varðveita sama heitið, so man veit, at talan er um sama stovn, sigur Sólja í Ólavsstovu.


Í Føroyum verður hetta tó møguligt broytt, tí í uppskotinum um Stjórnarskipan, ið Løgtingið viðgerð í løtuni, hevur stovnurin eitt annað heiti.


- Har verður tað kallað Løgtingsumboð. Eg havi einki móti, at tað verður kynsneutralt, men so fer man frá felagsheitinum, ið er í øllum vesturheiminum, sigur Sólja í Ólavsstovu, sum sostatt kann, um Stjórnarskipanin verður samtykt, gerast Føroya fyrsta Løgtingsumboð.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Sólju í Ólavsstovu í Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.