Kann gerast eitt tvíeggjað svørð hjá Býráðnum í Havn

Pedagogfelagið fer ikki at lata framferðina hjá Tórshavnar býráði fara aftur við borðinum. Nú er vandi fyri, at starvsfólk leggja seg sjúk heila dagar, tá ið tey fara til lækna ella tannlækna, tí so missa tey ikki løn

Starvsfólkapolitikkur

? Hetta kann gerast eitt tvíeggjað svørð hjá Tórshavnar Býráðið.
Carita Bjørklund, forkvinna í pedagogfelagnum, sigur, at tað skal ikki sleppa at fara afturvið borðinum, at Tórshavnar Býráð nú av sínum eintingum hevur sett reglar í gildi fyri, nær starvsfólkið kann fara fara til lækna, tannlækna og at fylgja líki í arbeiðstíðini, uttan at vera drigin í løn.
? Tað einasta býráðið fer burturúr hesum, er, at nú fara starvsfólk bara at leggja seg sjúk í heilar dagar, tá ið tey skulu til lækna ella tannlækna, tí ongin fer at offra nakrar tímalønir upp á tað.
Men eru fólkini sjúk, hava tey rætt til løn.
Hon sigur, at tey hava spurt seg fyri á fleiri stovnum undir Býráðnum, men ongin hevur havt trupulleikar av at starvsfólk eru sloppin ymisk privat ørindi í arbeiðstíðini.
?Tað sigur seg eisini sjálvt, at ongin fer til lækna og ongin fær tannapínu, bara fyri at arga Tórshavnar Býráð, leggur hon afturat.
Forkvinnan í pedagogfelagnum heldur at tað er óskiljandi, at býráðið tekur eitt tílíkt stig av sínum eintingum, uttan at tosa við starvsfólkið um tað.
Hon sigur, at tað hevur altíð verið siðvenja, at starvsfólk hjá býráðnum hava kunnað farið til lækna ella tannlækna og at fylgja, uttan at vera drigin í løn.
? Tí er tað avgjørt ein samráðingarspurningur, skal hendan siðvenjan broytast.
Men Carita Bjørklund leggur afturat, at pedagogfelagið hevur júst verið til samráðingar við Tórshavnar Býráð. Men tá var ikki grett eitt orð um, at privat ørindi hjá starvsfólki var ein trupulleiki.
Hon leggur afturat, at ongin hevur nakað ímóti greiðum mannagongdum.
? Men tað ber ikki til, at býráðið broytir gamla siðvenju av sínum eintingum,.
Hon sigur, at felagið fer nú at taka málið upp og so fær býráðið eitt svar. Men av tí, at málið ikki er viðgjørt enn, vil hon onki siga um, hvat svarið verður.
Pedagogfelagið hevur einar 300 limir í starvi hjá Tórshavnar Býráðið.