Viðurkendi granskingarstovnurin International Institute for Strategic Studies, sum hevur høvuðsstøð í London, vil vera við, at Norðurkorea er ført fyri at gera fleiri kjarnorkubumbur um árið.
Gary Samoa hjá IISS sigur við Washington Post, at tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvar kjarnorkubumbur Norðurkorea hevur. Hann heldur, at norðurkoreanar eru førir fyri at gera ímillum átta og tíggju kjarnorkubumbur tað næsta árið, og at teir síðani verða førir fyri at gera trettan bumbur árliga tey næstu fýra árini.
Nakrir amerikanskir granskarar, sum vóru í Norðurkorea herfyri, ivast í hsum. Ein teirra, Siegfried Hecker, greiddi mikudagin Kongressini frá, at Norðurkorea hevur uttan iva nóg mikið av plutonium á goymslu, men at landið neyvan hevur nakra kjarnorkubumbu. Hann segði, at á vitjanini høvdu norðurkoreanar roynt at sannføra amerikonsku granskararnar um, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn, men Siegfried Hecker heldur ikki, at hetta er próvfast.