- Eg ivist ikki í, at hetta evnið verður at finna í Føroyum, serliga tí tað er so lætt at framleiða. Hinvegin vænti eg ikki, at talan verður um nógvar fólk, sum fara at royna krokodil, tí í Føroyum eru fá fólk, sum brúka heroin, og tað eru fyrst og fremst heroinmisnýtarar, sum brúka krokodil sum rúsevni, sigur Carl August Arge. Í Føroyum er tað mest vanliga brennivín, hasj og tablettir, sum fólk gerast bundin at. Orsøkin til at Carl August Arge ikki vil útilokað, at onkur í Føroyum fer at royna krokodil, er tann, at fólk, sum eru í eini rúsevnismisnýtslu, hava lyndi til at eksperimentera við fleiri rúsevnum.
- Fólk, sum eru í misbrúki, kunnu finna upp á hvat sum helst. Tey taka eithvørt, sum kann geva teimum ein rús, og hugsa so at siga als ikki um avleiðingarnar, greiðir Carl August Arge frá og leggur afturat:
- Rúsevnismisnýtarar eru ikki bangnir fyri at royna nýggj evni, og harafturat tora teir væl at taka kjansir, sigur Carl August Arge. Hann vísir á, at internetið verður nógv brúkt til at framleiða og finna fram ávísar uppskriftir til rúsevni.
- Eg veit, at fleiri rúsevnismisnýtarar í Føroyum bíleggja ymiskt til rúsevni umvegis internetið, og tað er eisini á internetinum at teir læra seg at gera ávísar blendingar, sum so kunnu geva ein rús, sigur Carl August Arge










