Kanna fólk av lívsins kreftum fyri korona

Um vikuskiftið – og í dag, er fimti hvør føroyingur kannaður fyri koronu

Korona er herjað á aftur av fullari megi og tað hevur eisini lagt trýst á tey, sum kanna fólk fyri koronu. Landssjúkrahúsið sigur, at starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum, kanna av lívsins kreftum og tey hava arbeitt bæði dag og nátt um vikuskiftið við  at kanna fólk. Tey siga, at um vikuskiftið hava starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsinum kannað heili 7.000 fólk fyri koronu. Aftur í dag eru nógvar kanningar bílagdar og tilsamans hava 3.000 fólk fingið tíð til kanningar í dag.

 

Tað svarar til, at næstan fimtihvør føroyingur er kannaður fyri koronu upp á fýra dagar.

 

Landssjúkrhúsið, sum eisini takkar teimum fyri avrikið, eigur myndirnar, sum eru av teimum, sum gera kanningar á Eystarubryggju í Havn.

 

##med2##

 

##med3##