##med2##
Í dag er enn ein stórur dagur hjá KÍ. Aftaná søguskrivingina við at vinna seg tvey umfør víðari í Europa League undankappingini í summar hevur KÍ í dag lagt aftrat søguskrivingini hjá sær.
Í dag kunnu mongu KÍ-viðhaldsfólkini hátíðarhalda, at vøllurin við Djúpumýrar er dagførdur við altjóða umstøðum og einum nýggjum undirlagi. Nýggju umstøðurnar gera tað møguligt hjá KÍ at spæla heimadystir í Evropa á veruligum heimavølli í Klaksvík.
Nýggju umstøðurnar fara eisini at gera tað møguligt, at Føroyar kunnu spæla ungdómslandsdystir, so sum U21 undankappingardystir við Djúpumýrar í Klaksvík.
Dysturin í kvøld klokkan 18.15 móti Víkingi staðfestir Tummas Lervig, formaður í KÍ at verða ársins dyst hjá KÍ. Sum Tummas Lervig slær fast: - Dysturin á Summarfestivalinum er altíð ársins dystur hjá KÍ.
Tummas Lervig hevur vónir um, at KÍ fer at vinna ein tepran sigur á Víkingi í kvøld klokkan 18.15.