Kann fara til Fraklands

Ein dómari í Florida í USA gjørdi í gjár av, at fyrrverandi leiðarin í Panama Manuel Noriega kann latast fronsku myndugleikunum, sum vilja hava hann fyri rættin. Í 1992 varð Noriega dømdur í fongsul fyri rúsevnahandil, men hann møtti ikki í rættinum, og dómurin fellur burtur í næsta mánað. Tí vilja fransmenn hava fatur á honum nú, so teir kunnu ákæra hann fyri rúsevnahandil fyri minst tríggjar mió. dollarar. Verjarnir hjá Noriega hava hildið uppá, at hann hevur rættindi sum krígsfangi í USA, men tað heldur amerikanska dómsvaldið ikki.