Kann fáa avleiðingar fyri næmingar sum fáa korona

Tað kann enda galið við skúlanum hjá næmingum sum verða raktir av koronu

Herfyri mótmæltu næmingar øllum avmarkingunum í skúlagongdini. Tað gjørdu teir við eini endaleysum bilaraði ígjøgnum havnargøtur og framvið Løgtinginum

Tá ið næmingar forsøma skúlan av koronu, ella tí teir eru til kanningar, verður tað skrivað upp sum frávera. Tað staðfestir Jenis av Rana, landsstýrismaður í Skúlamálum.

 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um næmingar í miðnámsskúlum verða skrivaðir fyri fráveru í skúlanum, tá ið teir eru heima, tí teir hava koronu. Hon spurdi eisini um næmingar verða skrivaðir tá ið teir skulu kanna seg fyri koronu í skúlatíðini. Hon vísir á, at ov nógv frávera kann hava við sær, at næmingar verða koyrdir úr skúlanum. Tað kann hava við sær, at næmingar fara í skúla, hóast teir áttu at hildið seg heima, ella áttu at farið til kanningar.

 

Jenis av Rana sigur, at sum heild skráseta skúlar alla fráveru, men teir seta ikki tiltøk í verk fyrr enn fráveran fer upp um rímiligt mark. Men í hesum sambandi verður eisini hugsað um orsøkina til fráveruna - eisini um talan er koronu, ella aðra sjúku.

 

Annars hava miðnámsskúlarnir skipað fyri fjarundirvísing, tá ið næmingar eru heima av koronu, ella eru settir í sóttarhald. Sostatt hevur næmingurin ikki verið fráverandi frá undirvísing, hóast hann hevur verið heima. Men er ein næmingur so hart raktur av koronu, at hann ikki orkar at fylgja við fjarundirvísingini, verður tað skrásett sum frávera.

 

Korona, ella sóttarhald, er heldur eingin umnbering fyri ikki at lata skrivligar uppgávur inn til tíðina. Men í ávísum førum, har næmingar ikki klára at lata uppgávurnar inn til tíðina av koronu, kunnu teir fáa nýggja freist Er næmingurin burtur frá undirvísing í meiri enn. 15 dagar, kann sjúkraundirvísing verða sett í verk.

 

– Næmingar, ið lata seg kanna fyri koronusmittu í skúlatíð, verða skrivaðir fyri fráveru, men í einstøkum førum, tá ið nógvir tilburðir av koronu eru, eru heilir flokkar sendir til kanningar, og og tá er undirvísingin flutt, ella tikin inn aftur seinni.

 

Jenis av Rana leggur afturat, at hann hevur ongar ætlanir um at broyta hesar mannabongdir.

 

Herfyri mótmæltu næmingar øllum avmarkingunum í skúlagongdini. Tað gjørdu teir við eini endaleysum bilaraði ígjøgnum havnargøtur og framvið Løgtinginum