Oscar Pistorius var fyri einum mánaði síðani dømdur fyri óviljað manndráp á unnustu sína, Reeva Steenkamp.
Seinastu fimm dagarnar hevur dómarin Thokozile Masipa hoyrt vitnisfrágreiðingar og fer týsdagin at kunngera, hvørja revsing Oscar Pistorius fær.
Ákærin krevur 15 ára fongsulsrevsing, harav fimm ár verða treytað, meðan verjin hevur biðið dómaran um at døma hann til húsavarðhald og samfelagstænastu. Verjin vil vera við, at tað er vandamikið hjá einum so kendum persóni sum Oscar Pistorius at sita í geglinum, men hesum hava fongsulsmyndugleikarnir víst aftur.
Verjin hjá Oscar Pistorius greiddi í morgun frá, at peningurin hjá tí ákærda er uppi og at hann var í trongum fíggjarligum skóm.
Ákærin minti dómaran á, at Oscar Pistorius var funnin sekur í at hava dripið unnustu sína. Tó at tað ikki var við vilja, so hevði ein genta latið lív, og í mun til hetta er samfelagstænasta ein alt ov lin straff.
Ákærin helt tað eisini vera merkisvert, at meðan Oscar Pistorius altíð hevur roynt at liva eitt nærum vanligt lív, so royndi hann nú at "spæla handikap-kortið", fyri at fáa samhuga frá rættinum.
Endaliga revsingin verður kunngjørd týsmorgunin klokkan 08.30 føroyska tíð.