Kann føra til nýggja stovnsmeting av grindahvali

Í summar verður farið undir mest umfatandi hvalateljingina higartil Í næstu viku verður ársfundur hjá NAMMCO hildin í Tromsø í Noregi. NAMMCO er Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr, og limalondini eru Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland. Harumframt luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar og fundurin verður týsdagin, mikudagin og hósdagin, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Á fundinum fer vísindanevndin hjá NAMMCO at leggja fram niðurstøður og tilmæli um ymsar hvala- og kópastovnar. Hetta eru niðurstøður og tilmæli, sum NAMMCO, hevur biðið um.

Kann føra til nýggja stovnsmeting

Annars skal ein umfatandi hvalateljing gerast í summar. Tað er vísindanevndin hjá NAMMCO, sum samskipað teljingina og hetta verður mest umfatandi hvalateljingin higartil, tí umframt øll NAMMCO limalondini, fara eisini Kanada og Russland at vera við í teljingunum hesaferð.

Úrslitini av teljingunum kunnu føra til, at stovnsmetingin av grindahvali á okkara leiðum skal endurskoðast.

Føroyar hava havt formansskapin í NAMMCO síðan 2004, tað er Kate Sanderson, serfrøðingur

í Fiskimálaráðnum, sum er forkvinna.

Í føroysku sendinevndini, sum fer á NAMMCO ársfund verða: Ulla Svarrer Wang, ráðgevari í Fiskimálaráðnum, Bjarni Mikkelsen og Geneviève Desportes á Náttúrugripasavninum, Jústines Olsen, djóralækni og Ólavur Sjúrðarberg í Grindamannafelagið.