Ákæruvaldið í Ukraina vil hava dómsvaldið at døma fyrrverandi forsætisráðharann Julia Timoshenko sjey ára fongsul. Timoshenko, sum stendur á odda fyri andstøðuni í Ukraina, er ákærd fyri at hava misnýtt sítt vald, tá hon var stjórnarleiðari.
Eftir lógini kann ákæruvaldið krevja 10 ára fongsul.
Julia Timoshenko vísir øllum ákærum aftur og sigur, at rættarmálið ímóti sær er einki annað enn politisk hevnd, sum núverandi stýrið stendur aftanfyri. Fleiri lond hava mótmælt rættarmálinum ímóti henni.










