Landssjúkrahúsið
Verður Jóhan Petur Davidsen sagdur upp sum yvirlækni, kann tað at fáa álvarsligar avleiðingar, bæði fyri Landssjúkrahúsið og fyri sjúklingarnar.
Tað er niðurstøðan í einum brævi, sum Serlæknafelag Føroya nú hevur sent landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum.
Serlæknafelagið hevur viðgjørt ætlanina at siga Jóhan Petur Davidsen upp sum yvirlækna og felagið átalar harðligu framferðina hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum í hesum máli.
Felagið staðfestir, at talan er um eina sera óhepnað støðu fyri Landssjúkrahúsið.
Skurðdeildin missir ein vælegnaðan skurðlækna í urologi og æðrasjúkum og tí fer struktururin á skurðdeildini at vera skeivur. (Urologi eru sjúkur í landrásini).
Serlæknafelagið sigur eisini, at tað fer at vera torført at útvega annan lækna í somu sergrein.
Í síðsta enda kann hetta fáa avleiðingar fyri sjúklingaviðgerðina í Føroyum, serstakliga um sjúklingar skulu sendast av landinum, ístaðin fyri at fáa viðgerð herheima.
Men so staðfestir serlæknafelagið eisini nakað, sum ikki er minni álvarsligt. Felagið staðfestir nevniliga, at verður Jóhan Petur Davidsen sagdur upp sum yvirlækni, er vandi fyri, at tað fer at skaða álitið á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og tað er somuleiðis vandi fyri, at tað fer at skaða samstarvið ímillum yvirlæknarnar og og leiðsluna.
Sera veikar grundgevingar
Serlæknafelagið heitir tískil á Hans Paula Strøm um at lata vera við at siga Jóhan Petur Davidsen upp sum yvirlækna.
Felagið vísir á, at tá ið starvsfólk hjá tí almenna verða søgd upp, eigur tað at vera eftir starvsfólkapolitikkinum hjá landsstýrinum. Hetta ber í sær, at eitt starvsfólk skal bæði innkallast til fund og hava bæði munnliga og skrivliga ávaring, áðrenn tað verður sagt upp.
Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri yvirlæknar, so at teir eisini fáa høvi til at bøta um sín arbeiðshátt og lýdni, sigur Serlæknafelagið í brævinum til Hans Paula Strøm, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Serlæknafelagið heldur, at grundgevingarnar fyri at siga Jóahn Petur Davidsen upp, eru sera veikar.
Ein grundgeving er, at hann hevur innkallað og viðgjørt sjúklingar í arbeiðssteðginum hjá Starvsmannafelagnum. Ein onnur grundgeving er, at hann hevur gjørt vart við skeivleikar í sambandi við umleggingar á føðideildini.
Yvirlæknar eru bundnir av læknalyftinum og hava skyldu at viðgerða sjúklingar sínar og í ávísum førum eisini skyldu til at gera vart við skeivleikar á arbeiðsplássi teirra, sigur Serlæknafelagið.
Serlæknafelagið heldur eisini, at tað er skeivt at siga Jóhan Petur Davidsen upp sum yvirlækna, tá ið uppsøgnin annars er grundað á hansara leiðsluevni.
Hann hevur verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum í 13 ár, uttan trupulleikar og við góðum úrslitum.Verður hann uppsagdur sum leiðandi yvirlækni, eigur hann at halda fram sum skurðlækni, sigur Serlæknafelagið við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.