Atlético Madrid-áleyparin, Diego Costa, fekk beinleiðis reytt kort, tá ið hann og liðfelagarnir um vikuskiftið taptu 2-0 ímóti FC Barcelona á Camp Nou.
Reyða kortið kom at síggja til burturúr ongum, men tað gjørdist skjótt greitt, at tað var fyri okkurt, ið hann hevði sagt við dómaran.
Spanskir miðlar skriva, at dómarin, Jesus Gil Manzano, í dómarafrágreiðingini hevur endurgivið Diego Costa fyri at hava sagt "eg skíti á tína horumammu" við seg.
Aganevndin í spanska fótbóltssambandinum viðger í løtuni málið, og sambært blaðnum AS, so kann Diego Costa vænta sær at fáa drúgt leikbann.
Velur aganevndin at revsa hann fyri brot, ið er háðandi ella niðrandi útsøgn ímóti dómaranum, so fær hann heilt upp til 12 dystir leikbann. Tað svarar til restina av kappingarárinum.
Tað hjálpir heldur ikki Diego Costa, at hann eisini tók í armin á dómaranum eftir reyða kortið. Tað verður roknað við, at hann fær longdina á leikbanninum at vita í hesi vikuni.