Svenski ríkisdagurin fer í dag at atkvøða um eitt uppskot um misálit á ta sosialdemokratisku stjórnina hjá Gøran Persson, forsætisráðharra. Tað er Hóvligi Savningarflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram, og sum er bendir alt á, at allir flokkar uttan sosialdemokratarnir fara at taka undir við tí.
Eygleiðarar í Stockholm eru á einum máli um, at hurlivasi er í teirri politisku støðuni eftir valið tann 15. september. Nýval kann vera ein loysn. Síðani 1971 hevur lógin heimilað nývali, men higartil hevur tann reglan ongantíð verið nýtt.
Valúrslitið tann 15. september gav sosialdemokratunum og Vinstraflokkinum 174 av teimum 349 tingmonnunum. Sostatt restaði ein tingmaður í, at teir báðir flokkarnir fingu meiriluta, og tað bar í sær, at Umhvørvisflokkurin gjørdist tungan á vágskálini. Ta støðuna hevur flokkurin eisini nýtt til fulnar seinastu fjúrtan dagarnar, og flokkurin hevur m. a. kravt at fáa sæti í stjórnini aftur fyri at stuðla Gøran Persson.
Men sosialdemokratiski formaðurin hevur verið líka avgjørdur og hevur blankt víst kravinum hjá Umhvørvisflokkinum aftur. Tað hevði við sær, at Umhvørvisflokkurin fór at tosa við fýra av teimum borgarligu flokkunum ístaðin fyri, men heldur ikki her kom nakað burturúr, og seinasta fríggjadag slitnaðu tær samráðingarnar. Moderatarna vórðu ikki bodnir við í hesar samráðingarnar.
Tá so samráðingarnar millum sosialdemokratarnar, Vinstraflokkin og Umhvørvisflokkin slitnaðu sunnudagin, legði Hóvligi Savningarflokkurin uppskot fyri ríkisdagin um misálit á stjórnina hjá Gøran Persson.
-Ein minilutastjórn, sum ikki hevur meirilutan aftan fyri seg, eigur at fara frá, segði formaðurin í Hóvliga Savningarflokkinum, Bo Lundgren, tá hann legði uppskotið fram.
Hevur bestu kortini
Eygleiðarar í Stockholm vænta, at verður uppskotið um misálit samtykt, fer Gøran Persson at skipa eina nýggja minnilutastjórn um nakrar dagar. Ein borgarlig stjórn við stuðli frá Umhvørvisflokkinum, men uttan Moderatarna, hevði bert havt 120 tinglimir aftan fyri seg, og tí er tað Gøran Persson, sum situr við teimum bestu kortunum, sjálvt um stjórn hansara fær misálit í dag.
Nýval er sum nevnt ein møguleiki, og júst tann møguleikin kann gerast bjargingin hjá sosialdemokratisku stjórnini, tí Umhvørvisflokkurin er neyvan serliga hugaður fyri einum vali júst nú. Flokkurin liggur beint oman fyri minstamarkið, sum er fýra prosent, og tað er alment kent, at flestu veljararnir hjá flokkinum vilja hava eina sosialdemokratiska stjórn heldur enn eina borgarliga. Tí er ivasamt, um Umhvørvisflokkurin torir at fella stjórnina hjá Gøran Persson.










