Kann enda við eini ræðuligari vanlukku

Henrik Old var so skelkaður av einum nýggjárhaldi í Havn at hann krevur broytingar

 

 – Hetta kann enda við eini vanlukku, sum kann verða so ræðulig, at ongin av okkum hevur hugflog at hugsa so langt.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Í Løgtinginum nú ein dagin fortaldi hann, at hann var so skelkaður, eina ferð hann helt nýggjár í Havn, at hann vil hava fólk at taka tað í størri álvara.

 

– Allur himmalin var reyður av neyðrakettum, og tað undraði meg stórliga, at fólk nú á døgum kunnu finna upp á at stuttleika sær við at senda neyðrakettur á nýggjárinum, segði hann.

 

Neyðrakettur eru ikki gjørdar til undirhald og til at spæla sær við og tær skulu viðfarast har eftir, sigur hann.

 

Hann fortaldi løgtingslimum, at fyri nakað nógvum árum síðani datt ein neyðrakett niður á takið á einum húsum í grannalagnum hjá honum í Vági.

 

– Tað var eitt ræðuligt upplivilsi, tí tað tók neyðrakettini bara nøkur fá sekund at brenna seg niður ígjøgnum húsini og tey brendu í grund upp á eina lítla løtu.

 

Avleiðingin er, at nú er ikki ein tann einasta neyðrakett at síggja á nýggjárinum í Vági, sigur hann.

 

– Hitin í eini neyðrakett er 900 stig, og tær eru gjørdar so at tær ikki kunnu sløkkjast. Tær eru gjørdar at brenna á sjónum og tað ber rætt og slætt ikki til at sløkkja tær, sigur hann.

 

Hann sigur, at dettur ein neyðrakett niður á eitt ellisheim, eitt røktarheim, ella niður á takið á sjúkrahúsinum, kann tað skjótt verða ein vanlukka, ongin av okkum hevur hugflog til at fata, sigur hann.  

 

Hann sigur, at tey fyrstu árini, hann var skipari, vóru reglurnar nógv strangari enn tær eru nú.

 

– Tá var tað eitt krav, at tær gomlu, útgingnu neyðrakettirnar, skuldu latast inn aftur, annars fekst tú ikki nýggjar, so tað er hamiligt, at tað er gingið aftur á á hesum øki, sigur hann.

 

Tí fer hann at gera sítt til, at fáa greiðari og strangari reglur á hesum øki, og at forbjóða, at neyðrakettir verða skotnar á nýggjárinum til undirhalds.

 

– Tað eigur ikki at koma fyri í einum framkomnum landi, at eitt ótal av neyðrakettum verða skotnar yvir landins høvuðstað til undirhalds, leggur hann afturat.

 

– Eg vil hava ein stoppara fyri hesum sum skjótast og minstakravið má vera, at gamlar neyðrakettir verða lætnar inn aftur, áðrenn nýggjar verða útflýggjaðar, sigur hann.

 

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi tók undir við landsstýrismanninum, tí hon ásannar, at á nýggjárinum er himmalin reyður av neyðrakettum.

 

Hon heldur, at tað er órógvandi, at tað eru nakrir dagar um ársskiftið, har ongin tekur eina neyðrakett fyri fult, samstundis sum hetta er ársins ringasta tíð.